BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Rustarin um Kap Farvel

23.12.2005

Søgan um Kap Farvel selur óføra væl, og er eisini sera forvitnislig at kaga í.

 

Forlagið Rustarin boðar í tíðindaskrivi frá, at upplagið á 2000 bøkur er næstan alt selt uppá bert 20 dagar.

 

 

 

 

Fyri bert 20 døgum síðani kom bókin  ”Teir tóku kjansin” á gøtuna, og longu nú hevur forlagið ongar bøkur eftir. So sigast má at sølan hevur gingist sera væl.

 

 

 

Forlagið prentaði 2000 bøkur og roknaði man tá við, at hetta var í meira lagið.

 

 

 

Bókin, sum er um fyrsta hekkutrolar føroyinga inniheldur m.a samrøður við Hendrik Old løgtingsmann, Bjørn á Heygum advokat, Ragnar í Vík countrysangara og Benna Joensen skipara, sum siga frá upplivingum sínum á sjónum, men har eru fleir samrøður eisini.

 

 

 

Forlagið eigur onga bók eftir og tí kann hon bert keypast í handlum kring landi.