BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Sálarheilsa og sálarsjúka.

21.01.2016

Sálarheilsa og sálarsjúka. 

Tann triði av 5 fyrilestrum í røðini, verður nú 26. jan. 2016. 

Hesir fyrilestrar eru, sum áður lýst, í samband við virksemi hjá Økispsykiatriini í Norðstreymi.

Allir fyrilestrarnir vera í felagsskúlanum á Oyrarbakka. 

Skipa verður fyri 5 fyrilestrum, har fokus verður sett á sálarheilsu og sálarsjúku, hvørji eru eyðkennini, hvar kann ein venda sær, og hvørja hjálp kann ein fáa. 

Eins og við øllum øðrum sjúkum er umráðandi at fáa staðfest so tíðliga sum gjørligt, um talan er um sjúku, so viðkomandi kann fáa skjóta og rætta viðgerð. 

Undanfarnu fyrilestrarnir í hesi røð hava verið: alment um sálarheilsu og sjúku og um tunglyndi. Nú verður so bjóða til triðja fyrilesturin í hesi røð. 

Almennur fyrilestur um persónleika órógv verður á Felagsskúlanum á Oyrarbakka týskvøldið 26.januar kl. 19.00. 

Erling Fles, sálarfrøðingur  á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evnið. 

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.

Øll eru hjartaliga vælkomin 

 

Økispsykiatriin/Psykiatriski depilin.