OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 25.02.2020

LÝSINGAR

-


Samstarv millum eldraøkið og dagstovnaøkið.

19.03.2020

 Samstarv millum eldraøkið og dagstovnaøkið.

Orsakað av teimum serligu umstøðunum, ið eru kring landið vegna COVID-19 smittuna, hava námsfrøðingar, hjálparfólk og reingerðarfólk frá Gjáarlon, Látipípuni og Frítíðarstovuni bjóðað seg fram at hjálpa til á heiminum á Grønanesi, um tørvur er á tí.

16. mars gjørdi kommunan av í samsvari við áheitan frá landsins myndugleikum, at steðga ansingini á dagstovnaøkinum í tvær vikur fram til 27. mars. Dagstovnaøkið hevur tó opið í neyðugum vavi fyri børn, har eingin onnur ansing er møgulig. Talið av børnum á stovnunum er av tí sama nógv skert i hesum tíðarskeiði, og tørvurin á námsfrøðingum somuleiðis. Tørvurin á hjálp á eldraøkinum er tó ikki minkaður í hesum tíðarskeiði, tvørturímóti. Tí er kommunan sera takksom fyri at kunna heita á námsfrøðingar, hjálparfók og reingerðarfólk um at veita eina hjálpandi hond, tá á stendur.

Kommunan vil samstundis staðiliga heita á fólk um at fylgja øllum tilmælum, ið myndugleikarnar hava lagt fram, so sum at halda neyðuga frástøðu, tá ið farið verður til handils o.a., umframt økt reinføri í dagligdegnum.

Tað verður inniliga heitt á starvsfólk, avvarandi og borgarar annars um at vera sera umhugsin í samband við dagliga atferðar- og ferðamynstri viðvíkjandi okkara eldru borgarum soleiðis, at vit øll – í tann mun tað liggur til okkum – ikki gerast smittukeldur, men kunnu varðveita virkisførleikan og harvið kunnu verða um okkara eldru borgarar - bæði inni á heimunum og heima hjá tí einstaka borgaranum.

Ein serlig heilsan frá Vestmanna Kommunu til tykkum, sum arbeiða innan eldra- og heilsuøkið: takk fyri tykkara stóra arbeiði í hesum døgum.

Vestmanna Kommuna