BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Samstarv og framtíðarmøguleikar

01.07.2014

Í gjárkvøldið varð samstarvsavtalan um heimatænastuna, eldrarøkt v.m. millum fýra grannakommunur undirskrivað á Eiði. Talan er um javnbjóðis samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur.

Samstarvið hevur fingið heitið “Heimatænastan í V.E.K.S” og fær samstarvið høvuðssætið í Vestmanna.

Heimatænastan í V.E.K.S. kemur at taka sær av øllum tænastum og veitingum innan heimatænastuna, eldrarøktina v.m. í hesum fýra kommunum. Heimatænastan í V.E.K.S. hevur í dag trý heim at ráa yvir. Ellis- og Røktarheimið “Mørkin” í Streymnesi við 32 búðplássum, Røktarheimið “Heimi á Grønanesi” í Vestmanna við 24 búplássum og sambýlið “Korndalsbýlið” á Eiði við 15 búðplássum. Møguleikar verða somuleiðis kannaðir fyri at fáa dagtilboð í Kvívík til 8-12 brúkarar. 

Allar tænastur og veitingar verða eftir ætlan veittar í og út frá hesum heimum. 

Tilgongdin hevur gingið so mikið væl, at lunnar eru lagdir undir onnur framtíðar samstørv millum okkum fýra kommunur. Tilgondin um at fáa skipað okkum fýra kommunur til eitt barnaverndarøkið er longu byrjað og verður økið eftir ætlan eitt barnarverndarøki frá 1. januar 2015 við høvuðssæti á Oyrarbakka. Latið er eisini upp fyri, at vit fýra kommunur framyvir koma at samstarva um ferðavinnuna. Vit síggja ferðavinnuøkið í okkara fýra kommunum sum eitt tað mest spennandi í Føroyum við hópin av møguleikum og stórum áhuga. 

Vit fýra kommunur fegnast um samstarvsavtaluna, sum var undirskrivað í gjár, og vit eru klárar at taka móti stóru og spennandi avbjóðingini tað er at yvirtaka heimatænastuna, eldrarøktina v.m. um ársskiftið.