BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Sáttmáli um røktarheimið undirskrivaður

21.10.2010
Vestmanna Kommuna og KANJON, sum høvuðsarbeiðstakari, skrivaðu í gjár 20.10.’10 undir sáttmála um bygging av røktarheimi á Grønanesi. Byggikostnaðurin er 25.505.803 kr. Ætlandi verður byggingin liðug á vári í 2012; 20.04.’12 er settur sum avhendingardagur.

KANJON ger sjálvt jørð-, kloakk-, beton-, stál-, timbur og snikkaraarbeiði. Undirveitararnir hjá KANJON verða væntandi: múraraarbeiði – Jan Elleby, gólválegging – Jim S, málaraarbeiði – Anskar Hansen, HVS og ventilatión – Maria Poulsen; El-arbeiði – EL-Net.

Byggiarbeiðið byrjar í komandi viku.

Heimasíðan hjá Vestmanna Kommunu fer framyvir javnan at greiða frá røktarheimsbyggingini.