Savna góð minnir saman – á Bátastevnuni

23.05.2013

Nú stundar til Bátastevnuna í Vestmanna, ið verður hildin í vikuskiftinum 24. – 25. mai, har allir aldursbólkar samlast í okkara Vestmanna til stuttleika og gaman.

Bátastevnan er nógv broytt frá byrjan. Nú er hon ein av størstu stevnum í landinum, har eisini nógv ung fólk gleða seg til nakrar stuttligar og hugnaligar dagar í góðum veitslulagi.

SSP – sum er samstarvið millum skúla, sosialar myndugleikar og politi, tekur eisini virknan lut á stevnum og festivalum. Undir slagorðinum “Savna góð minnir saman” verður víst á, at á Bátastevnu eigur góður veitslusiður at valda – so at Bátastevnan verður eitt gott minni fyri lívið.

Tey ungu hava stórar væntanir til Bátastevnuna, og flest øll av hesum ungu duga eisini avbera væl stýra sær í veitslulagi.

Vestmanna Kommuna vónar, at øll ung fáa nakrar minnuligar dagar í Vestmanna, har tey ansa væl upp á seg sjálvi og hini rundan um.

Við at standa saman røkka vit langt.

Pauli T. Petersen, borgarstjóri