BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Semja um sakarmálið um bátahylin á Válinum

22.02.2011

Bygdarráðið í Vestmanna samtykti einmælt á fundi í kvøld, 22.02.'11 at taka undir við semjuni, sum borgarstjórarnir mæltu til. Semjan snýr seg í stuttum um, at sakarmálið um bátahylin á Válinum verður tikið aftur. Meiriluti í bygdaráðnum í Kvívík tók eisini undir við uppskotinum á bygdaráðsfundi  mánakvøldið 21.02.'11.

Bygdarráðssamtyktirnar verða nú sendar sakførarunum, sum síðani boða Føroya Rætti frá, at kommunurnar eru samdar um at taka sakarmálið aftur.

Bygdarráðið í Vestmanna samtykti eisini á sama fundi ikki at fara í Hægsta Rætt við sakarmálinum um markatalsmarkið. Bygdarráðslimirnir halda, at ein væntað kommunusamanlegging ger málið minni týdningarmikið; markatalsmark millum markatalsbygdir í somu kommunu er ikki forðing fyri menning og útbygging. Harumframt heldur bygdarráðið, at tað er tekin um góðan samstarvstarvsvilja, at Vestmanna Kommuna ikki roynir sakarmálið í Hægsta Rætti.