BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Semja við Strandfaraskip Landsins

21.08.2006

Vestmanna Bygdarráð samtykti á eyka bygdar-ráðsfundi 11. august at gera semju við Strand-faraskip Landsins í sakarmálinum um skipa- og vørugjøld.

Málið snýr seg í stuttum um, at Vestmanna Kommuna, tá funnið varð útav, at kunngerðin um áseting av skipa- og vørugjøldum onga lógarheimild hevði, ásetti nýggj skipa- og vørugjøld fyri skipini hjá Strandfaraskipum Landsins í sigling um Vestmannasund. Hesi gjøld vórðu annars frammanundan við kunngerð ásett av Løgtinginum eftir tilmæli frá Starvs-nevnd Føroysku Havna.

Tá Vestmanna Kommuna ásetti nýggj gjøld, innibar hetta samstundis eina hækking fyri Strandfaraskip Landsins. Hetta metti kommunan sum rímiligt, tá hugsað var um stóru útreiðslurnar, sum kommunan hevði havt av ferjuleguni Inni á Fjørð.

Strandfaraskip Landsins góðtóku ikki hækk-ingina, og tí sá kommunan seg noydda til at stevna eftir muninum, sum Strandferðslan ikki vildi gjalda. Hetta krav var uppá 1,2 mió kr.

Síðani hevur sakarmál verið ført, til advokatarnir hjá pørtunum fyrr í summar tosaðu um møguleikan fyri at gera semju í málinum.

Henda semja er nú staðfest, og hon inniber, at Vestmanna Kommuna fær eina upphædd uppá 650.000 kr í sín lut fyri hækkingina av skipa- og vørugjøldunum fyri Strandfaraskip Landsins!