BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Seyðasýning

06.11.2006

Sum lýst á síðuni herfyri, var seyðasýning  í vestmanna  leygardagin 28. oktober. Hetta var ein sera væleydnaður dagur, sum byrjaði í seyðahúsinum hjá Fjallshaga uppi á Hálsi og endaði inni á Fjørukrónni um kvøldið.

 

7 hagapartar luttóku, og sýnsmenn úr Klaksvík vóru komnir at sýna. Hetta var ein spennandi dagur. Nógv fólk vóru og hugdu at, bæði ung sum eldri. Stórur spenningur var um, hvør fór at vinna 1., 2. og 3. virðisløn, og eisini hvør hagi fór at vera nr. 1.

 

Fyrrapartin vóru seyðirnir mátaðir í hædd, um bringuna og mjóryggin. Eisini var hugt eftir ullini og beinunum.

 

Seinnapartin mettu sýnsmenninir um seyðirnar, og alt eftir hesum fingu seyðirnir eitt silkiband, hvítt, reytt ella blátt, sum var tekin um ávikavist besta, næstbesta ella triðbesta seyðin. Fleiri vóru sum fingu hvítt silkiband, og av hesum var síðani aftur mett um, hvør var nummar eitt, tvey og trý. Endin var, at Heini á Heygum fekk 1. og 3. virðisløn, og Tummas í Niðristovu fekk 2. virðisløn. Hesir vóru heiðraðir við einum steypi fyri hvørja virðisløn, og heiðursmerki vóru latin fyri allar seyðir. ið høvdu fingið hvítt silkiband sum tekin um bestu góðsku. Umframt hetta var eitt steyp latið til tann hagapartin, sum hevði hægsta stigatalið, og hesa virðisløn fekk Heini á Heygum eisini.

 

Dagurin endaði við einari hugnaligari løtu inni á Fjørukrónni við døgurða, sangi og talum, og har heiðursmerki og steyp vóru handað vinnarunum.

 

Kommunan takkar Ditte, Mariu og Petur Joensen fyri myndir og hjálp við tekstinum!

 

Myndir frá seyðasýningini og hugnaløtuni.