Síðsti sáttmálin um vetrarfriðing undirskrivaður

17.06.2016

Á fundi millum Stýrið fyri Neshaga og Vestmanna Kommunu í gjár tann 16. juni 2016 skrivaðu partarnir undir sáttmála at vetrarfriða Neshaga.
Á kortinum niðast á síðuni sæst, hvar ið hegnlinjan verður.

Samráðingarnar hava verið drúgvar, men loksins er komið á mál, og Vestmanna Kommuna takkar Neshaga fyri góðar og gevandi samráðingar, ið rukku á mál við hesum sáttmála, ið báðir partar eru nøgdir við.

Nú eru sáttmálar gjørdir við allar tríggjar hagarnar, sum hava mark móti bygdini. Fjalshagi er liðugt hegnaður, og arbeiðið at hegna Heygahaga úti er komið í helvt. Tá ið tað arbeiðið er liðugt, verður beinanvegin farið undir at hegna Neshaga, og tað er okkara mál, at arbeiðið verður liðugt, áðrenn 15. oktober, tá ið seyðurin plagdi at koma aftur á bøin.









Trýst á myndina fyri at gera hana størri