BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Sig frá - í Vestmanna mikukvøldið 26. febr. kl. 19.30

21.02.2014

Aftur í ár skipar Almannamálaráðið fyri almennum fundum kring landið, har kunnað verður um arbeiðið at steðga harðskapi í føroyskum familjum. Serfrøðingar fara at lýsa, hvussu harðskapur skaðar okkara nærumhvørvi, og hvussu vit steðga honum best. Fundirnir verða hildnir í sambandi við verkætlanina Sig frá.

Mikukvøldið 26. februar 2014 kl. 19.30 verður fundurin hildin í Miðhøllini í Vestmanna Skúla.

Elin Winther Poulsen bjóðar vælkomin og kunnar um Sig frá verkætlanina.

Síðani verða tríggir fyrilestrar, sum snúgva seg um, hvussu harðskapur ávirkar børn, fráboðanarskylduna, vit øll hava, um vit gerast stúrin um eitt barn, og um SSP-samstarvið.

At enda verða stundir til spurningar og opið kjak.


Øll eru hjartaliga vælkomin.