BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Sjómanskvinnuringurin hevur bindikvøld

23.11.2016

  

Frá Sjómanskvinnuringinum í Vestmanna. 

Sjómanskvinnuringurin skipar fyri bindihugna í Missiónshúsinum í Vestmanna mikukvøldið 23. november kl 19.00. Vit fara at hoyra um og síggja tógv av ymsum slag, litum o.a., og nýggjastu mynsturbøkurnar verða at síggja. Lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld við andakt, sangi og upplestri. Drekkamunnur og prát eru eisini á skránni.

Hjartaliga vælkomin í Missiónshúsið. 

Vh
Sjómanskvinnuringurin í Vestmanna.