Sjómanskvinnuringurin í Vestmanna

26.09.2016

Nú gerast kvøldini myrk og long..., tí er aftur tíð at koma saman at hoyra eitt orð, syngja saman, fáa eitt gott prát og ein drekkamunn, og lata stokkarnar ganga. Sjómanskvinnuringurin í Vestmanna kemur saman á Grønanesi mikukvøldið hin 28. september kl. 19.00. Sóknarprestur Marjun í Kálvalíð hevur orðið.

Vælkomnar allar til eitt hugnaligt kvøld.

Sjómanskvinnuringurin í Vestmanna.