BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Skattainntøkan fyrra hálvár í ár

Skattainntøkan fyrra hálvár í ár er væl hægri enn í fjør. Fyrra hálvár í fjør var hon 17,2 milliónir, og í ár er hon 18,6 milliónir. Hækkingin er sostatt yvir 8%.

Í fíggjarætlanini fyri 2008 mettu vit skattainntøkuna fara at vera 35,5 milliónir; talan var um eina sera varisliga meting, tí skattainntøkan í 2007 gjørdist 35,8 milliónir.

Um vit gera framrokning fyri 2008 við støði í 2007, so kunnu vit vænta, at skattainntøkan í ár verður um 38,7 milliónir. Hetta er 3,2 milliónir meir enn mett er í fíggjarætlanini.