BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Skattainntøkan í 2008

Inntøkan av persónskattinum í 2008 gjørdist 36.700.562 kr, hetta er 882.287 kr hægri enn í 2007 – hækkingin er um 2,5%.

Í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2008 mettu vit, at persónskatturin fór at vera 35,5 milliónir kr. Henda upphædd bleiv í eykafíggjarætlanini, sum varð samtykt í november 2008, hækkað til 37,25 milliónir kr. Í mun til eykafíggjarætlanina gjørdist úrslitið um 550.000 kr verri enn mett. Orsøkin er í stóran mun, at skattainntøkan í desembur ’08 var væl lægri enn sama mánað í 2007. Tað er ivasamt, um lækkingin skal tulkast sum tekin um fíggjarliga afturgongd, tí orsøkin til lækkingina var óivað, at eitt skip lá part av desembur, og at minni arbeiði var millum jól og nýggjár í fjør enn í 2007.

Ætlanin er framyvir at kunnu um skattainntøkuna, kunningin verður antin mánaðarlig ella fyri hvønn ársfjórðing.