Skattainntøkan í august 2009

Kommunuskatturin í august ’09 var 2.560.555 kr, hetta er væl lægri enn í fjør. Lækkingin er 8,8% (um 250.000 kr). Vit undrast á stóru afturgongdina, tí flestu grannakommunur høvdu munandi framgongd.

Vit hava spurt fleiri stórar arbeiðsgevarar, um lønarútgjaldingin hjá teimum var lægri í august í ár enn sama mánað í fjør. Allir boða frá somu upphædd, uttan Atlantis, sum hevur goldið munandi minni út í ár. Vit halda ikki, at teirra lækking er høvuðsorsøkin til afturgongdina. Onnur orsøk kann vera, at onkrar lønarútgjaldingar verða goldnar seinni út í ár enn í fjør.

Afturgongdin fyri alt árið er nú um 4%, hetta er ikki so galið, um vit bera okkum saman við aðrar kommunur.