BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Skattainntøkan í februar 2009

Skattainntøkan í februar gjørdist nakað lægri enn í fjør. Í fjør var inntøkan í februar 3.226.400 kr, og í ár gjørdist hon 3.011.400 kr, lækkingin er 215.000 kr ella 6,6%. Úrslitið kann tykjast heldur vánaligt, men havast má í huga, at skattainntøkan í februar í 2008 var óvanliga høg, hon var 20% hægri enn í februar í 2007.

FAS-skipanin er broytt frá 01.01.2009, soleiðis at kommunuskattur ikki verður goldin av FAS-inntøkum, samstundis sleppa kommunurnar undan at gjalda fyri útreiðslur av FAS-skipanini. Sambært TAKS er inntøkumissurin hjá kommununum størri enn útreiðslusparingin. Vit meta, at Vestmanna Kommuna fekk um 615.000 kr í kommunuskatti av FAS-inntøkum í fjør – 51.250 kr um mánaðin. Tí eigur henda upphædd at verða løgd aftur at skattainntøkuni í ár fyri at gera eina rætta samanbering. Rætti munurin á februar í fjør í ár og í fjør er tí um 5%.

07.02.’09 greiddu vit frá, at skatturin í januar var 2,45% lægri enn í fjør. Um broytingin í FAS-skipanini verður tikin við í samanberingini, so er minkingin einans 0,5%.