Skattainntøkan í januar 2009

Skattainntøkan í januar í ár gjørdist 65.300 kr lægri enn í fjør, hetta er ein lækking upp á 2,45%.

Samanborið við aðrar kommunur má lækkingin metast at vera lítil. “Norðlýsið” nevnir, at skattainntøkan hjá Klaksvíkar kommunu í januar er 10% lægri enn í fjør, hóast kommunuskatturin er hækkaður við 1%. “Norðlýsið” nevnir eisini, at skattainntøkan í Havn er 3% lægri enn í fjør.

Sambært TAKS var kommunuskatturin í januar í ár 96,9 mill. kr móti 98,4 mill. kr í fjør; minkingin tykist rættiliga lítil, men havast má í huga, at nakrar kommunur hava hægri skattaprosent í 2009 enn í 2008.