Skattainntøkan í juni og fyrsta hálvár 2009

Vit fingu 3.132.045 kr í persónskatti í juni í ár. Hetta er nakað væl minni enn í fjør, tá var persónskatturin 3.548.600 kr; her má nevnast, at hetta er størsta skattainntøkan, sum vit nakrantíð hava fingið. Um úrslitið í ár verður borið saman við juni í 2007, so sæst, at skattainntøkan í ár er rættiliga góð. Í juni 2007 var skatturin um 2.950.000 kr.

Fleiri orsøkir eru til lægra persónskattin, vit hava fyrr nevnt broytingina í FAS-skipanini, ein onnur orsøk er heilt vist, at virksemið á Atlantis hevur verið væl minni í ár í mun til í fjør.

Persónskatturin fyrra hálvár í ár er um 700.000 kr minni í ár enn í fjør; vit eru rættiliga væl nøgd við úrslitið higartil. Afturgongdin hjá okkum er lægri enn hjá nógvum øðrum kommunum.