Skattainntøkan í mars og skatturin 1. ársfjórðing í 2009

Skattainntøkan í mars gjørdist nakað væl hægri enn í fjør. Í fjør var inntøkan í mars 3.002.200 kr, í ár er hon 3.172.400 kr, hækkingin er 170.200 kr ella 5,7%. Úrslitið er sera gott, tí havast má í huga, at Vestmenningur og Fram hava ligið part av mánaðinum.

Vit hava fyrr nevnt, at broytingin í FAS-skipanini hevur við sær, at skattainntøkan fyri 2008 og 2009 ikki er heilt sambærilig, rættast hevði verið at lagt um 50.000 kr afturat inntøkuni í ár fyri at gera eina betri samanbering, tá hevði munurin verið um 7,3%.

Skattainntøka fyrsta ársfjórðing í ár er 8.796.000 kr, í fjør var hon 8.906.100 kr. Upphæddin er eitt lítið sindur lægri í ár enn í fjør, men um broytingin í FAS-skipanini verður tikin við í útrokningina, so er talan um eina lítla framgongd. Kanska er longu farið at lýsa í.