BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Skattainntøkan í novembur 2009

Skattainntøkan í novembur var nakað lægri enn í fjør. Skattainntøkan í novembur í ár er 2.713.536 kr, tað er 4,87% lægri enn í fjør. Minkingin er hin lægsta síðani juli í ár.

Vit halda, at greiðar ábendingar eru um, at lítla virksemi á fiskavirkinum er høvuðsorsøkin til afturgongdina. Nógv flestu arbeiðsfólkini á fiskavirkinum eru úr Vestmanna, Kvívíkar og Vága kommunum, hesar tríggjar høvdu allar afturgongd í mun til í fjør. Hinar báðar høvdu enntá væl størri afturgongd enn vit. Vága kommuna fekk 6,79% minni í kommunuskatti enn í novembur í ár, og í Kvívíkar kommunu var afturgongdin heili 16,15%.