BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Skattalistin 2012

25.11.2013

Tú hevur rætt at síggja skattskyldugu inntøkuna hjá øllum skattgjaldarum í Vestmanna kommunu.
Hvørt ár verður ein listi yvir skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi - bæði einstaklingum og fyritøkum - lagdur fram til alment eftirlit.

Skattalistin liggur frammi á Kommunuskrivstovuni frá í dag 25. november til og við fríggjadegnum 6. desember 2013.

Heldur tú, at skattaálíkningin hjá tær ella øðrum skattgjaldara ikki er bein, hevur tú møguleika at kæra um hetta til økisskrivstovuna hjá TAKS.