Skattalistin 2015

30.11.2016

Hvørt ár verður listin yvir skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í Føroyum - bæði einstaklingum og fyritøkum - lagdur fram til alment eftirlit.

Skattalistin fyri einstaklingar og fyritøkur í Vestmanna Kommunu liggur frammi á Kommunuskrivstovuni frá í morgin 1. desember til og við 15. desember 2016.
Kommunuskrivstovan er opin gerandisdagar kl. 9 - 15.

Heldur tú, at skattaálíkningin hjá tær ella øðrum skattgjaldara ikki er bein, hevur tú møguleika at kæra um hetta til økisskrivstovuna hjá TAKS.