BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
-
KORT
VEÐRIÐ
Skatturin í septembur og 3. ársfjórðing
Annan mánaðin á rað er stór afturgongd í skattainntøkuni. Persónskatturin í septembur er 2.795.548 kr, hetta er ein lækking upp á næstan 500.000 kr í mun til sama mánað í fjør. Í prosentum er talan um eina lækking upp á 15,69%. Vit mugu tó viðmerkja, at samanberingin kann vera eitt sindur misvísandi, tí septembur í fjør var ein sera góður mánaður. Skattainntøkan í septembur í ár er nakað væl hægri, enn hon var í 2007.
Kommuskatturin í septembur lækkaði í miðal við 6,33%, so sigast má, at septembur í ár hilnast illa hjá kommununum.
Í august vóru vit í eini serstøðu í mun til grannakommunurnar, tí skatturin minkaði einans hjá okkum. Í septembur hava allar grannakommunur afturgongd – uttan Sørvágur, har er aftur stór framgongd. Afturgongdin hjá grannakommununum er millum 6,00% og 17,33%.
Eins og í august undrast vit á vánaliga úrslitið, tí vit halda ikki, at stórvegis arbeiðsloysi er í bygdini. Ein orsøk kann vera, at vit eru nakað færri í ár enn somu tíð í fjør, í fjør vóru vit 1.253, nú eru vit 1.213. Orsøkin til minkingina er í størstan mun, at nógv ung eru farin uttanlands í útbúgvingarørindum í summar. Vit vænta tó enn, at størsta einstaka ávirkanin er, at lønirnar frá Atlantis vanta í ár. Væntandi verður hetta staðfest komandi mánaða, tí virksemið hjá Atlantis minkaði nógv í oktobur í fjør.
3. ársfjórðingur royndist stak illa í ár, minkingin í skatti er um 950.000 kr í mun til í fjør. Mikningin higartil í ár er 5,34%, hetta er áleið sama minking, sum fleiri aðrar miðalstórar kommunur hava.
Í fjør vóru skattainntøkurnar í 3. ársfjórðingi sera góðar, meðan 4. ársfjórðingur var ógvuliga lakur. Vit vænta tí, at í ár verður øvugt, og at 4. ársfjórðingur fer at betra ársúrslitið nakað.
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)