BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Skifti í Bygdarráðnum

19.12.2006

Á fundinum 12. desember viðgjørdi Bygdarráðið umbøn frá Jákup Oluf Hansen um farloyvi frá bygdarráðsarbeiðinum frá 1. desember 2006 til 31. mai 2007.

Tiltakslimurin á lista C til bygdarráðsvalið 9. november 2004, Jógvan Emil Nielsen, hevði fingið fundarboð, og hann tók sæti, eftir at Bygdarráðið, sum fyrsta mál á skránni, sambært grein 18, stk. 3, í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri, hevði góðkent, at treytirnar fyri innkalling av tiltakslimi vóru loknar.

Bygdarráðið samtykti somuleiðis at velja Jógvan Emil Nielsen í somu nevndarsessir, sum Jákup Oluf Hansen frammanundan hevur havt, tvs. í fíggjarnevndini og í Trivnaðar- og Umhvørvisnevndini.