Skotin niður....

Nú fáa heldur ikki gøtuljósini frið!

Vit skrivaðu fyrr í dag í samband við eina viðmerking um gøtuljósini undir “spyr bara” á heimasíðuni, at onkur av teimum helst vóru farin í nógvum vindi, sum var í seinastu viku. Hugsað varð um gøtuljósini á Ovara Vegi, sum eru gomul og tí viðbrekin.

Arbeiðstakarin, sum vegna kommununa umsitur gøtuljósini, hevur síðani verið og umvælt ljósini, og tað vísir seg nú, at fleiri av ljósunum vóru skotin niður við luftbyrsu!

Nú kunnu vit kanska siga, at tað er gott, at tað “bert” eru gøtuljósini, sum skotið verður eftir, og ikki fenaði ella í ringasta føri fólki. Men, hvør veit at siga, hvat tað næsta verður... At ein vegur sum Ovari Vegur liggur partvíst myrkur, orsakað av slíkari gerð, er heldur ikki vandaleyst, tí at nógv ferðsla - bæði gangandi og koyrandi - er eftir vegnum.

Um onkur veit frá hesi ódámligu gerð at siga, vinarligast latið okkum frætta.