BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Skúlabyrjunarguðstænasta sunnudagin 16. august

11.08.2015

Komandi sunnudag, 11. sunnudag eftir tríeindardag, kl. 11, verður serlig skúlabyrjunarguðstænasta í Vestmanna kirkju við Marjun í Kálvalíð, presti. 

Við hesa guðstænastu verður gjørt nakað serligt burturúr skúlabyrjan. Tí verða øll tey, sum byrja aftur í skúla og foreldur teirra, boðin við.

Tey sum fara í 1. flokk, kunnu hava skúlataskuna við.

Eisini tey, sum byrja í miðnámsskúla, eru vælkomin.

Tó, hetta er ein guðstænasta fyri øll, so hjartaliga vælkomin í Vestmanna kirkju sunnudagin.


Vestmanna Kirkja