Skúlastýrið fingið teldupostadressu

06.01.2014


Sum ein liður í at gera tað lættari at koma í samband við skúlastýrið, hevur skúlastýrið fyri Vestmanna Skúla fingið hesa teldupostadressu: skulastyrid@vestmanna.fo 

Skúlastýrið fyri Vestmanna Skúla ynskir at gera arbeiðið í skúlastýrinum meiri opið og sjónligt.
Ætlanin er at leggja fundarfrágreiðingar á heimasíðu skúlans og hjá kommununi, eins og at øll hava atgongd til eitt yvirlit yvir, nær fundir eru í skúlastýrinum.
Skúlastýrið ynskir eisini, at tað skal vera lætt at koma í samband við skúlastýrið, eins og foreldur skulu gerast meiri forvitin eftir at vita, hvat rørir seg í skúlastýrinum.

"Vit eru fyrst og fremst vald í skúlastýrið av foreldrum, og ynskja vit tískil eisini, at tit sum foreldur venda tykkum til okkara um eitthvørt er, sum tit ynskja skal verða viðgjørt í skúlastýrinum", sigur Jóngerð Nielsen, forkvinna í skúlastýrinum.

Meira fæst at vita um skúlastýrið á heimasíðuni hjá Vestmanna Skúla