BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Skúlastýrisvalið 2016

25.10.2016

 

Val til skúlastýrið í Vestmanna Skúla verður týsdagin 8. november 2016, sama dag sum kommunuvalið er.


 
VALRÆTT
Valrætt og valbæri hevur hvør tann, sum hevur foreldramyndugleika yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan.

Eingin kann atkvøða, uttan hann er á vallista.
Vallistin liggur frammi á Kommunuskrivstovuni frá 18. oktober og til og við 1. november 2016.


 
UPPSTILLINGARFUNDUR
Uppstillingarfundur verður í Miðhøllini mikukvøldið 26. oktober 2016 kl. 20.



VALEVNISLISTAR
Til Skúlastýrið í Vestmanna Skúla skulu veljast trý foreldraumboð.

Á hvørjum valevnislista kunnu vera í mesta lagi 6 valevni.

Freistin at lata inn valevnislistar er týsdagin 1. november 2016 kl. 18.
Valevnislistar skulu latast valnevndarformanninum (Maud Poulsen, tlf. 770 102)


VALSTAÐIÐ
Val til skúlastýrið og til kommunustýrið verða í Ítróttarhøllini, Hallarvegur 16, frá kl. 10.00 til 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.



BRÆVATKVØÐUR
Veljarar, sum ikki kunnu møta á valdegnum, kunnu við at venda sær til formannin í valnevndiniatkvøða við brævatkvøðu í seinasta lagi kl. 18 dagin fyri valdagin.

Til ber eisini at brævatkvøða á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 12. november 2012 kl. 15.

Leygardagin 10. november er Kommunuskrivstovan opin til brævatkvøðugreiðslu frá kl. 14-16. 


 
HEIMAVAL
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 100, í seinasta lagi mánadagin 7. november 2016 kl. 12.00.


 
VALKORT
Valkort verða ikki brúkt til skúlastýrisvalið.