BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Skúlin byrjar aftur mánadagin 17. august

Mánadagin 17. august byrjar skúlaárið 2009-10, og tá fara 17 næmingar, 6 gentur og 11 dreingir, í skúla fyri fyrstu ferð.

Tað eru 196 næmingar skrásettir í Vestmanna skúla skúlaárið 2009 -10.
32 av hesum koma úr Kvívíkar sókn, 8 næmingar ganga í
1. - 5. fl. og 24 í framhaldsdeildini.

Lærararnir eru 26 í tali umframt ein námsfrøðiligur stuðul. Starvsfólkatalið kann tykjast høgt, men tað er tí at fleiri hava bara heilt fáar tímar um vikuna.Vit hava vælútbúnar lærarar, og flestu teirra við drúgvum royndum, til størvini.

Tvær skúlastovur eru lagdar saman í elsta partinum av skúlanum á Kongsteigum fyri at kunna rúma einum stórum 4. flokki. Leiðsla skúlans gleðist um hesa og aðrar ábøtur, ið eru gjørdar á skúlan í summarfrítíðini.

Mánadagin 17. august verður møtt soleiðis:

lærararnir møta kl. 8
2. - 7. flokkarnir kl. 9
8. - 10. flokkarnir kl. 10
1. flokkur kl. 11.