BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Søguligir bygningar í hugnaligum umhvørvi til leigu til spennandi verkætlan

24.07.2015

Hevur tú ein dreym um at skipa fyri onkrum spennandi tiltaki av mentanarligum ella trivnaðarligum slag?

So hevur tú nú høvi at leiga faktorhúsini, pakkhúsini og hjallin hjá Kongaliga handlinum í Vestmanna. 

Útboðið verður skipað við tilboðum.
Tey, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við tíðarætlan, og hvat ætlanin ítøkiliga er at brúka bygningarnar til. Loyvt verður ikki at brúka bygningarnar til fastan bústað, men kømur kunna leigast gestum í styttri tíðarskeið.

Nærri lýsing av treytum og øðrum viðurskiftum sæst á vestmanna.fo 

Áhugað, ið ynskja at síggja bygningarnar, kunnu venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 770 100. 

Skrivligt tilboð skal latast Vestmanna Kommunu í seinasta lagi tann 15. september 2015, kl. 12.00.

Útboð og treytir eru greiðari lýst á teigi undir Lýsing til vinstru her á síðuni og leikja er eisini til upplýsingarnar her.