BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Søgusavnið letur upp

Søgusavnið í Vestmanna Tourist Centre letur alment upp í morgin sunnudagin 10. mai. Opið er frá kl. 10.

Í SøguSavninum fært tú eina heilt serliga uppliving. Tú gongur millum søguligu persónarnar, meðan tú gjøgnum oyratelefonir hoyrir brot úr Føroya søgu. Eisini pallmyndin er sera hugtakandi at uppliva, við steyðrættum bergi og fjøru, sumri, vetri, myrkakjallara og roykstovu. Ljós, ljóð og entá luktur gera hesa framsýningina til nakað heilt serligt.

Figurarnir eru gjørdir í Íslandi.
Pól Skarðenni hevur bygt kulissurnar (grótmúrar, fjøll, fjøru vm), Edvard Fuglø hevur málað og hevur projektleiðsluna.
Herleif Hammer, sum er søgufrøðingur, hevur verið við í arbeiðnum frá byrjan. Hann hevur gjørt timburarbeiðið, og eisini samskipað alla verkætlanina.

Les meira um søgusavnið her.