BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Sólarmyrkingin í Vestmanna

15.03.2015





 

Børn, ung og vaksin í Vestmanna fara niðan á Gomlu plen fríggjadagin at uppliva sólarmyrkingina.
Vestmanna Skúli fer eisini niðan á gomlu plen hendan sermerkta dagin, og fara tey at skipa fyri felagssangi. Um viðrar verður farið niðan á Melina.

Krambúðin letur dyrnar upp kl. 15
Kl. 15, letur hugnaliga kaffistovan í Krambúðini upp og eru fólk vælkomin á gátt til eitt hugnaligt prát.
Til keyps verður kaffi, te, og køka.
Høvi verður eisini at vitja heimavirkissøluna, sum hevur nógva flotta heimavirkaða vøru til sølu.

Finnur og Pauli í Vektarbúðini
Finnur Koba og Pauli Magnussen spæla og syngja í Vektarbúðini frá kl. 20. Ókeypis atgongd.
Vektarbúðin verður opin til kl. 23 ella so leingi, fólk eru á gátt.

Gøtuljósini verða sløkt
Fyri at gøtuljósini ikki skulu órógva upplivilsi av sólarmyrkingini, hevur Vestmanna Kommunu tikið stig til, at gøtuljósini og ljós á kommunalum og virkisbygningum ikki tendra aftur hendan fyrrapartin, tá ið tað myrknar.

Privatpersónar, sum hava sjálvvirkandi útiljós, kunnu eisini umhugsa at sláa tey frá hendan morgunin.