BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Sparikassin byggir út

22.06.2006

 

Í hesum døgum er Sparikassin í Vestmanna byrjaður uppá eina útbygging í garðinum vestanfyri.

Arbeiði sum hjartvard Kjærbæk stendur fyri at gera, verður væntandi liðugt tíðliga í heyst.

Í hesum sambandi hevur fólk frá kommununi skift ein part av gomlum betongrørum, sum liggja í Sparikassagarðinum, út við nýggj PVC rør.

Hetta er liður í spillvatnsætlanini frá 1998 hjá kommununi, sum umfatar at leggja tær gomlu áirnar, sum hava virkað sum kloakk, í rør sum heilsumynduleikarnir krevja. Hetta er drúgt arbeiði at gera, men við at gera eitt sindur í senn kemur man á mál einaferð.