BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Sparkivøllur í Flatabø

10.03.2006

Arbeiði at gera sparkivøllin í Flatabø, er nú umsíðir byrjað. Tað hevur verið trupult at fáa gongd á arbeiði vegna veður, serliga kava. Men nú sær út til at gongd kemur á. Tað er Johnny Joensen, sum tekur sær av grevstrinum og planeringini, og Siggert Nielsen skal taka sær av betongarbeiðinum. Tað er umboð fyri UEFA sum skulu leggja sjálvt graslíki á. Tekniska deild hjá Vestmanna Kommunu samskipar arbeiði annars.

Arbeiði verður væntandi liðugt í mai.