BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Sparkivøllurin í Flatabø – áheitan á ungdómin

Fleiri íbúgvar í Flatabø hava vent sær til kommununa, tí tey fáa ikki náttarfrið. Orsøkin til vantandi náttarfriðin er, at ungdómar sparka á sparkivøllinum langt út á náttina.

Kommunan hevur nú sett skelti upp, sum ásetir, at vøllurin einans má nýtast í tíðarskeiðnum frá kl. 08 á morgni til kl. 22 á kvøldi. Um sparkað verður aðrar klokkutíðir, kann kommunan verða noydd til at steingja vøllin, og tá fær ongin gleði av honum.