BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Sparkivøllurin

01.11.2006

Sparkivøllurin í Flatabø, sum longu í eina tíð hevur verið brúktur av børnum og ungum, er nú góðkendur av Fótbóltssambandi Føroya.

Vøllurin er gjørdur í samráð við Fótbóltssambandi, og verður stuðlaður av UEFA - evropeiska fótbóltssambandinum.

Umboð fyri fótbóltssambandið var og sýnaði vøllin herfyri, og í dag, 1. november, hevur kommunan fingið góðkenningina.

Stuðulin frá FSF og UEFA er uppá 60.000 kr.

Kommunan hevur umbiðið stýring av ljósunum við vøllin, og verður henda uppsett fyrsta dagin. Tá stýringin er uppkomin, fer at bera til at sløkkja ljósini, soleiðis at hesi ikki lýsa alla náttina.

Eisini verður neyðugt at hækka partar av girðingini, og verður hetta arbeiði eisini gjørt fyrsta dagin.

 

Góðkenningin frá FSF.