BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spennandi tiltak í Vestmanna Skúla mikudagin 21. oktober

20.10.2015

Mikudagin 21. oktober kl. 18.00 verður eitt øðrvísi og spennandi tiltak í skúlanum í Vestmanna. Tiltakið hevur fingið heitið: Hvat er GOTT við at búgva í Vestmanna? og tað er Niclas Heri Jákupsson, sum kemur at leiða  kvøldið.

Tiltakið er ætlað øllum børnum, sum ganga í skúla í Vestmanna – saman við teirra foreldrum, og systkjum og avvarðandi.

Tiltakið byrjar við, at Niclas Heri kemur at hava eitt jaligt stutt innlegg um týdningin at síggja tað góða og vakra, sum ein hevur í nærumhvørvinum. Síðani sleppa børnini saman við teirra foreldrum at arbeiða við og skriva niður, hvat tey høvdu ynskt var øðrvísi og betur í Vestmanna. Tá ið tey í felag hava sett orð á, hvat tey høvdu ynskt var betur og øðrvísi í Vestmanna, verður hesin ynskilisti givin borgarstjóranum. 

Síðani fáa børnini og teirra foreldur til uppgávu at tosa saman og skriva niður, hvat tey halda er gott við at búgva í Vestmanna. Hvør familja fær útflýggjað eina plátu og máling, og skulu tey nú saman fáa hesi virðir á sína plátu.

Pláturnar vera allar hongdar upp – so tað gerst sjónligt fyri  øllum, hvat er gott við at búgva í Vestmanna.

Eftir tiltakið bjóðar Vestmanna Kommuna suppu til øll, sum hava verið við.

Vónandi møta tit fjølment.
Vestmanna Kommuna