BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Spillivatnsætlanin góðkend

Umhvørvisstovan boðaði í gjár frá, at spillivatnsætlanirnar hjá Vestmanna og Hovs kommunum eru góðkendar sum tær fyrstu í landinum. Spillivatnsætlanin er gjørd í samsvari við kunngerðina um spillivatn (kunngerð nr. 111 frá 07.09.09), sum áleggur kommununum at gera spillivatnsætlan fyri 01. januar 2011. Spillivatnsætlanin skal vísa, hvussu kommunan fyri 01. januar 2015 fer at lúka krøvini í kunngerðini.

Mett verður, at tað fer at kosta Vestmanna Kommunu um 7,5 mió. kr at fáa spillivatnsviðurskiftini í rættlag. Upphæddin kann tykjast stór, men hetta ikki stór upphædd, um vit bera okkum saman við fleiri aðrar kommunur.

Samanumtikið kann sigast, at Vestmanna Kommuna hevur rættiliga góð spillivatnsviðurskifti.