BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Spillvatnið í Vestmanna

27.10.2016

 

Í degi og viku í sjónvarpinum týskvøldið 25. oktober varð sagt, at støðan við spillvatninum er serliga vánalig í m.a. Vestmanna, og á skjali, sum víst varð í sendingini, sást, at 21 hús í Vestmanna mangla rottanga.

So illa er kortini ikki statt – og rættuliga langt frá tí.

Av teimum 21 bygningunum, sum nevndir vóru í skjali, ið víst varð í degi og viku týskvøldið, kann staðfestast, at

·        12 hava rottanga,

·        2 av bygningunum eru neyst, sum ikki eru innrættað, og tí ikki hava brúk fyri rottanga – annars skuldu øll neyst staðið og manglað rottanga.

·        1 bygningur hevur útvegað rottanga, sum verður tilsettur og íbundin innanfyri 14 dagar.

·        í tí eina førinum verður í samband við byggimál kravt, at kloakkviðurskiftini skulu fáast í rætt-lag.

·        í tveimum førum er óvist, um húsini hava rottanga – óvist, tí at húsini í samband við upp-tekning av kloakkskipanini í Vestmanna standa til at hava felags rottanga, men at hesin enn ikki er staðfestur. Í samband við eina nýbygging av tí eina av hesum húsunum, fer at verða kravt, at kloakkviðurskiftini skulu fáast í rættlag. 

Tvs., at 3 sethús í Vestmanna ongan rottanga hava, harav eingin býr í tveimum teirra – í tí eina húsunum hevur eingin búð í eini 20-25 ár, og eingi útlit eru fyri, at nakar fer at búgva har aftur – í hvussu so er ikki í bræði.

Vestmanna Kommuna varð tann fyrsta kommunan í Føroyum, sum fekk sína spillvatnsætlan góðkenda.

Ein stórur partur av spillvatnsætlanini er tengdur at eini breiðking av Niðara Vegi. Allar kloakkir frá Fossá út til innastu kaibrekkuna skulu samlast í eina høvuðskloakk, sum verður løgd í samband við vegbreiðkingina. Fyrsti parturin – innanfyri Seglhúsið – er lagdur, og næstu árini er ætlanin at halda áfram við hesum í samband við breiðking og nýgerð av vegnum.
At lítið og einki er gjørt, er heldur ikki rætt.

·        kloakkirnar í ovara parti av Gørðum eru savnaðar í høvuðskloakk í Garðatúni, og kloakkin oman eftir Garðavegi er løgd av nýggjum.

·        kloakkin í ytra parti av Byrgisvegi og oman á Rógvuveg er løgd av nýggjum.

·        fyri nøkrum árum síðani vóru allar kloakkir tiknar úr Gjógvará og Hórðará. Hesar kloakkir eru saman við øðrum kloakkum í økinum og kloakkum í økinum frá Gjógvará inn á Heygar samlaðar í eina útleiðing, ssum er innanfyri havnarskrivstovuna.

·        flestu frárenningarnar frá sethúsunum í Sjóvartúni og á Skálavegi eru samlaðar í felags reinsi-verk innanfyri kirkjugarðin.

·        í samband við byggingina av røktarheiminum á Grønanesi vóru allar kloakkir í ytra parti av Gerðinum samlaðar í høvuðskloakk saman við kloakkini frá røktarheiminum.

·        í løtuni verður høvuðskloakkin á Heygum og í ytsta parti av Ovara Vegi løgd av nýggjum.

·        tá nýgerðin av ytsta parti av Ovara Vegi er liðug, verður hildið áfram við Toftavegi, og tá verða kloakkirnar á hesum vegateini eisini lagdar av nýggjum.

So, at støðan viðvíkjandi spillvatninum í Vestmanna skal vera serliga vánalig, tí at einki er gjørt, er als ikki rætt. At meira kundi verið gjørt, kann helst altíð røðast um. Men fíggjarligu útlitini hava verið vánalig, og Vestmanna Kommuna valdi fyri nøkrum árum síðani at raðfesta bygging av røktarheimi fram um onnur arbeiðir. Íløgan í røktarheimið er goldin, og kommunan hevur goldið so mikið niður av skuldini, at skuldin nú er væl niðanfyri eina álíkning. Hetta skuldi givið rúm fyri fleiri íløgum næstu árini, m.a. í dagføring av spillvatnsskipanini, um komandi bygdarráð velja at raðfesta hetta frammar-laga.