BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Spønir til urtagarðin

09.02.2011

Borgarar í Vestmanna Kommunu hava seinastu árini havt møguleika at koyra avskornar greinar og trø út í grótbrotið. Arbeiðsfólk hjá Vestmanna Kommunu hava so malið greinarnar til spønir. Úrslitið av hesum arbeiði er, at Vestmanna Kommuna hvørki keypir mold ella tøð til tey grønu økini hjá kommununi. Eisini verða spønirnar brúktar, tá ið matleivdir frá skúlanum og dagstovnunum verða gjørdar um til sankutøð.

Seinastu vikurnar hava arbeiðsmenn hjá Vestmanna Kommuni malið nógvar greinar, og vestmenningar hava nú aftur møguleika at keypa spønir úti á bingjuplássinum. Gjaldast skal á Kommunuskrivstovuni, og kostnaðurin er 25,- kr. pr. sekk, sum er væl bíligari enn tær útlendsku spønirnar, ið fáast til keyps í handlunum.
Bingjuplássið er opið mánadag - fríggjadag kl. 17.15 - 19.00, og leygardag kl. 14.00 - 17.00.

Arbeiðið við at mala greinar er ein fyrimunur fyri okkum øll. Kommunan skal ikki rinda nakað fyri at sleppa av við greinarnar til IRF, og IRF skal tískil ikki brenna greinarnar; og vestmenningar fáa bíligar spønir til keyps. Spønirnar halda ókrútið í urtagarðinum burtur, tær eru vælegnaðar til at blanda upp í urtagarðsmold, at leggja undir trø og runnar, og til at koyra á gøtur. Harumframt verða teir blandaðir upp í matleivdir at koyra í kassan til sankutøð.