BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Staðarnøvn

Vestmanna Bygdarráð samtykti fyri einum ári síðani at taka undir við uppskoti frá John Zachariassen og Jonhard Mikkelsen um staðarnavnaskráseting í og kring Vestmanna.

Hetta arbeiði er nú liðugt, og staðarnøvnini eru løgd á “kort av Vestmanna á alnótini” niðast í teiginum til høgru á heimasíðuni.

Fyri at síggja staðarnøvnini skal “staðarnøvn” í temalistanum til høgru fyri kortið gerast sjónligt, og kortið síðani dagførast.

Kortið sæst eisini á slóðini her niðanfyri.

http://www.kort.fo/website/VestKom/viewer.htm