BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Staðið FM 101

16.11.2011

Leygarkvøldið 19. november -11 kl. 20.00 fer Staðið FM at senda fyri fyrstu ferð.

Staðið FM, sum sendir á frekvensi 101,0, er ein lokal útvarpsrás, sum bert hoyrist í Vestmanna og á Válinum. Ungdómshúsið Staðið stendur aftanfyri útvarpsrásini, og ætlanin er at senda ymiskt slag av lokalum tilfari, bæði til gaman og álvara.

Fyri fyrst verður sent hvørt sunnukvøld frá kl. 20.00 - 22.00.

Í sambandi við at Staðið FM fer at senda fyri fyrstu ferð leygarkvøldið 19. november eru fólk vælkomin at støkka inn á gólvið frá kl. 19.