BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

STAÐIÐ

Staðið er navnið á nýggja ungdómshúsinum í Vestmanna.

Kommunan skrivaði herfyri út kapping um navn til nýggja ungdómshúsið. Gott og væl 150 uppskot komu inn.
Vinnarar gjørdust Edla Jacobsen og Høgni Waag Høgnesen – bæði úr Vestmanna, sí mynd.
Edla og Høgni er grannar í Vestmanna, og hava, uttan at vita av hvørjum øðrum, bæði latið inn sama navnauppskot: “Staðið”.
Seinasta hóskvøld, 10. januar, varð navnið á ungsómshúsinum avdúkað, og vinnararnir fingu 500,- kr í part fyri at hava skotið navnið upp.

Ungdómurin í Vestmanna hevur annars tikið sera væl ímóti hesum kærkomna tilboði, sum nýggja ungdómshúsið í bygdini er.
Pauli Magnussen er leiðari á Staðnum, og hann sigur, at stórur tørvur hevur verið á hesum tilboði til tey ungu, og húsið hevur verið mestsum fulsett tey kvøld, opið hevur verið higartil.
Tilboðini til tey ungu umfata m.a. vanlig borðspøl, billiard og teldur við internetsambandi. Eisini eru flatskermar uppsettir, so tey ungu kunnu hyggja eftir filmi ella lurta eftir tónleiki yvir fylgisveinasamband.
Ætlanin er at gera tónleikarúm í kjallaranum, har tey ungu kunnu venja, spæla og taka upp tónleik, og ætlanin er eisini framyvir at hava tónleikakvøld, har tey ungu kunnu framføra saman við meira royndum tónleikarum.
Eitt tónleikakvøld hevur longu verið – hetta var fríggjakvøldið ímillum jól og nýggjár, og fitt av fólki var komið at lýða á. Hetta kvøldið spældu Høgni Reistrup og Jónsvein og Vagnur.

Tiltøk í næstum:
Hóskvøldið 17. januar kemur løgreglumaðurin Jógvan Páll Joensen at greiða frá og svara spurningum frá teimum ungu.
Hóskvøldið 24. januar verður konsert við Heiðrikki á Heygum.

Staðið er opið hesar tíðir:
mánakvøld – fríggjakvøld frá kl. 19 til 23.