BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Stanley á Staðnum

13.04.2010

Hóskvøldið 15. apríl hevur Stanley Samuelsen konsert á Staðnum. Konsertin byrjar kl. 20, og er ætlað vaksnum sum ungum.

Við solofløgunum Sól og regn, Tíðin rennur og Um eg kundi kvøði hevur Stanley Samuelsen rættiliga fingið tónleikavindar í seglini. Hvør kennir ikki løgini Um eg kundi kvøði og Tíðin rennur sum streymur í á?! Serstakliga løgini og hegnisliga gitarspæli hjá Stanley, vóru grundgevingin fyri at hann í 2008 fekk Listavirðisløn Miðlahúsins.

Kostnaðurin er 100 kr. fyri vaksin, og 50 kr. fyri ung undir 18 ár.