BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Stine Michel og Stanley Samuelsen í Vektarbúðini

20.04.2015

Forkunnug og fangandi konsert við donsku sangarinnuni Stine Michel saman við okkara egna sangara Stanley Samuelsen. Hetta er ein tónleikasamanrenning, sum tekur útgangsstøðið í fløguni Frejas viser hjá Stine Michel. Her ímyndar hon sær, hvat hevði hent, um norrøna kærleiksgudinnan Freja livdi í einum forstaði í dag við elskarum, børnum, kjólum og kettum. Ferð hennara á jørðini verður ein undursom flættan av søgn og gerandisdegi og ein vøkur tónleikalig grundan um lívið sum menniskja og okkara endaleysu leitan eftir kærleika.

Kærleiksvísurnar hjá karismatisku Stine verða flættaðar saman við vælkendu føroysku vísunum hjá hugfarsliga Stanley til eina poetiska og hugvekjandi søgu við sangum um kærleika og erotikk. Konsertin lýsir soleiðis gerandislívið hjá einari modernaðari kvinnu í orð og lag. 

Konsertin verður í Vektarbúðini fríggjadagin 24. apríl, kl. 20.00. Kostnaðurin er 150,- kr. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu á kommunuskrivstovuni.

Les meira um konsertina her.