BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Stór Jólakonsert í Vestmanna kirkju týskvøldið 9. des. kl. 19.00

08.12.2014


 

Týskvøldið 9. desember kl. 19.00, verður stór jólakonsert í Vestmanna kirkju, har bæði kór og solistar luttaka.
Konsertin er ókeypis, tó verða krukkur settar í forkirkjuna, har fólk kunnu lata pening til "Í menniskjum góður tokki", allur peningur, sum inn kemur, fer óskerdur til tiltakið, sum hjálpir fíggjarliga sperdum føroyskum familjum til jóla.

Tey, sum luttaka á konsertini eru:
Halleluja Sofus, Hallur Joensen, Kristina Bærentsen, Beddi, Kirstin Johannesen, Pauli Magnussen, Magni Christiansen, Vestmanna Sangkór, Vestmanna kirkjukór.

Hjartaliga vælkomin til eina stórfingna løtu í Vestmanna kirkju, týskvøldið 9. desember kl. 19.00.

Vestmanna Kirkja