BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Stórur fólkavøkstur í 2008

Tá 2008 byrjaði búðu 1.227 íbúgvar í Vestmanna, við árslok var hetta tal vaksið til 1.252. Ein orsøk til vøksturin er, at 20 børn vórðu fødd í 2008, undanfarin ár hevur hetta tal ligið millum 12 og 17. 1.252 er hægsta íbúgvatal síðani 1991. Vit vóru flest í 1988, tá búðu 1.325 fólk í Vestmanna.

Fólkavøksturin í 2008 er 2,0%, hetta er rættiliga stórur vøkstur samanborið við aðrar kommunur; í Klaksvík var vøksturin 0,2%, í Runavík 0,8%, í Fuglafirði 0,9%, á Nesi 0,9%, í Tórshavn 1,2%. Í fleiri kommunum minkaði fólkatalið í 2008, seliga í smærru kommununum, men eisini á Tvøroyri, í Vági, í Hvalba, í Sjóar kommunu – har var minkingin tó bert 1 fólk.

Allar grannakommunurnar høvdu eins og vit stóran fólkavøkstur uttan Kvívík, har stóð fólkatalið í stað; Vága kommuna vaks við 2,0%, Sørvágs kommuna við 3,2% og Sunda kommuna við 4,0%.