BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Studningslán til røktarheimið

Almannamálaráðið hevur nú endaliga staðfest, at Vestmanna Kommuna fær studningslán upp á í mesta lagi 16,8 mió. kr. til røktarheimsbyggingina. Øll formlig viðurskifti eru tí nú komin í rættlag. Lánstilboð er komið frá einum fíggingarstovni, og vit vænta tilboð frá øðrum, í komandi viku.

Farið verður nú undir ítøkiligu fyrireikingina til røktarheimsbyggingina. Lýsing fer í bløðini í komandi viku um undangóðkenning av arbeiðstakarum til høvuðsarbeiðstøku.

Byggibúning, vegarbeiði o. tíl. verður væntandi boðið út í innbodnari útbjóðing um 20. januar.

Vit vænta enn, at røktarheimið verður liðugt um ársskiftið 2011/2012.