BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Stuðul til trivnaðarátøk í Vestmanna 2015

15.06.2015

Á fíggjarætlanini fyri 2014 setti Vestmanna Bygdarráð 50.000 kr av til at stuðla átøkum, sum eru við til at økja um trivnaðin í bygdini.

Tvær ætlanir fingu stuðul:
- fríðkan av økinum í svinginum ímillum Ovara Veg og Fjalsveg
 
Økið er innihegnað og blómur eru gróðursettar.
- tilfar til innihegning av øki til at venja hundar á
 Tilfar er keypt til hegning

Nú ber aftur til hjá vestmenningum at gera sítt til at økja um trivnaðin í bygdini við m.a. at fríðka umbýlingar og øki í bygdini. Tað veri seg at gera øki til at hugna sær í, smærri spælipláss, gróðurseting ella okkurt heilt annað.

Vestmanna Bygdarráð hevur sett kr. 50.000 av á fíggjarætlanini fyri 2015 fyri at stuðla átøkum, sum eru við til at økja um trivnaðin í bygdini.

Til ber hjá einstaklingum, bólkum og feløgum heimahoyrandi í Vestmanna at søkja um stuðul. Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. 

Umsóknarblað og reglugerð kunnu heintast við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri ella við at venda sær til Vestmanna Kommunu.
Reglugerð
Umsóknarblað

Freistin at søkja um stuðul er mánadagin 29. juni 2015, kl. 12.00. 

Umsóknir skulu sendast til: 

Vestmanna Kommunu
Bakkavegur 8
Postboks 91
355  Vestmanna
Ella við telduposti til vestmanna@vestmanna.fo